Faxe Kondi: Neistakvinnur vunnu stórsigur á H71

Neistin vann ein samlaðan 12-málshálvfinalusigur á H71

Finalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum verður millum Neistan og Kyndil.

 

Neistakvinnur vunnu í seinnu hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini stórsigur 33-24 á H71. Longu í steðginum vóru neistakvinnur á odda 18-9, og tær kláraðu at hálda stásið við líka í seinna hálvleiki.

 

Hóskvøldið vann Neistin 30-27 á H71 í tí fyrru hálvfinaluni. Sostatt vann Neistin ein samlaðan 63-51 hálvfinalusigur á H71.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum.

 

Neistin var seinast í Faxe Kondi finaluni í 2021. Tá taptu tær 20-22 fyri H71. Seinast Neistin og Kyndil hittust í Faxe Kondi finaluni var í 2017. Tá vann Kyndil 26-21. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá seinnu hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini:

 

##med2##