Mennirnir hjá StÍF hava eina tiltikna siðvenju tá tað kemur til steypakappingina, og tað sást aftur í dag.
StÍF var aftanfyri 20-22 móti Team Klaksvík, tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum. Strandingar megnaðu at koppa dystinum seinastu løtuna, og vunnu 24-22.
Tað verður sostatt StÍF úr bólki 1, ið møtir KÍF úr bólki 2 í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini. Í hinum hálvfinalunum hittast H71 og VÍF.
Team Klaksvík var á odda 14-11 í steðginum. Eitt reytt kort til Nikola Kedzo hjá Team Klaksvík við endan av fyrra hálvleiki gjørdist eisini dýrt hjá klaksvíkingum, ið høvdu færri streingir at spæla uppá í seinna hálvleiki.
##med2##
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##