Faxe Kondi menn: KÍF hevur vunnið seg í hálvfinalurnar

Kapprenningin um annað plássið stendur millum VÍF og Neistan

Við 32-26 sigri á Neistanum á heimavølli í høllini í Kollafirði hevur KÍF vunnið seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini. 

 

Tað var annars Neistin sum var á odda 15-13 í steðginum. Liðini fylgdust til støðuna 20-20. Tá legði KÍF seg fyrst framum 23-20, og løtu seinni 26-21. Eftir tað var leiðslan hjá KÍF ongantíð minni enn fýra mál.

 

##med2##

 

Sunnudagin klokkan 16 spæla VÍF og Neistin avgerandi dystin í høllini í Vestmanna um hvør skal fylgja KÍF í hálvfinalurnar. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##