Tað bleiv málmunurin millum VÍF og Neistan, ið avgjørdi hvør skal fylgja KÍF í hálvfinalurnar bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Dysturin í høllini í Vestmanna endaði við javnleiki 34-34. Kristoffur Bjørgvin skoraði til støðuna 34-34, tá 27 sekund vóru eftir av dystinum. VÍF yvirlivdi seinasta álopið hjá Neistanum, og kundi stórfegnast um hálvfinaluplássið, ið teir vunnu við betri málmuni enn Neistin.
VÍF vann 44-20 á Kyndli, meðan Neistin bert vann 29-27 á Kyndli, og tað bleiv avgerandi munurin millum liðini.
##med2##
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##













