Fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum Neistan og Kyndil var leikt í kvøld í høllini á Hálsi.
Kyndil vann dystin 31-25, og hevur tí ein góðan fyrimun til seinnu hálvfinaluna, ið verður leikt leygarkvøldið klokkan 19.
Í steðginum var Kyndil á odda 17-12.
Ári Arnason var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum. Ovi Lützen var við sjey málum toppskjútti hjá Kyndli.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla KÍF og H71 fyrru hálvfinaluna í høllini í Kollafirði.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá fyrru hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil:
##med2##












