Faxe Kondi: Kyndil hevur fyrimunin til seinnu hálvfinaluna

Kyndil vann fýramálssigur á Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík

Kyndilskvinnur hava tryggjað sær ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini. 

 

Kyndil vann fyrru hálvfinaluna í KÍ-høllini 28-24. Í steðginum var Kyndil á odda 14-11.

 

Tá 42 minuttir vóru farnir var Kyndil á odda 19-13, men klaksvíkskvinnur fingu bøtt um skaðan eftir tað.

 

Við støðuna 24-27 brendi Stjørnan eitt brotskast, ið kundi minkað um munin til 25-27, men trupuleikin frá dystinum móti Kyndli farna sunnudag endurtók seg, og Stjørnan brendi brotskastið. 

 

Liðini hittast aftur í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin klokkan 17.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

##med2##