Tað hevur verið greitt í eina tíð í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum, at VÍF og H71 hava vunnið seg í hálvfinalurnar úr innleiðandi bólki 2.
Í kvøld var so bólkafinalan í Hoyvíkshøllini. Tað eydnaðist VÍF at vinna 36-30 á H71. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 18-14.
Við 10 málum var Maria H. Weyhe toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen toppskjútti hjá VÍF.
VÍF vann bólkin við átta stigum. H71 hevur seks stig á øðrum plássinum. Stjørnan endaði á fýra stigum, og EB á tveimum stigum. Tjaldur endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum H71 og VÍF:
##med2##












