Faxe Kondi kvinnur: Stjørnan vann greitt á VÍF

Stjørnan er best fyri í kapprenningini í bólki 1 at fylgja H71 í hálvfinalurnar

Ein týðandi dystur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum var leiktur í Klaksvík í kvøld.

 

Stjørnan tók ímóti VÍF. Tað eydnaðist klaksvíkskvinnum at vinna greiðan 32-22 sigur. Í steðginum var Stjørnan á odda 14-9.

 

Stjørnan er nú best fyri í kapprenningini við VÍF og StÍF at fylgja H71 í hálvfinalurnar.

 

11. desember verður seinasti umfarið leikt. Tá tekur Stjørnan móti StÍF í Klaksvík, og í Vestmanna tekur VÍF móti H71.

 

Støðan í bólki 1 (hsf.fo) :

 

##med2##

 

Dómaraseðilin frá hsf.fo Stjørnan-VÍF 32-22 (14-9) : 

 

##med3##