Faxe Kondi kvinnur: StÍF vann á Stjørnuni

StÍF og Neistin eru fremst í bólki 2

Mikukvøldið var ein dystur leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í høllini á Skála eydnaðist tað StÍF at vinna 27-24 á Stjørnuni. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 14-10.

 

Josefine Dyring var toppskjútti hjá StÍF við 10 málum. Toppskjúttar hjá Stjørnuni vóru Iulia Nalivko og Jancy J. Poulsen við seks málum hvør.

 

Neistin og StÍF hava tvey stig hvør í bólki 2. Stjørnan og EB hava einki stig.

 

12. desember er leikskráin í øðrum umfari: Stjørnan-Neistin og StÍF-EB.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum StÍF og Stjørnuna:

 

##med2##