Faxe Kondi kvinnur: Kyndil og Neistin trygt víðari til hálvfinalurnar

Kyndilskvinnur vunnu risastóran sigur á H71 2 í kvøld

Tað er bara ein spenningur eftir í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum, og tað er um tað verður Kyndil ella Neistin sum vinnur bólkin. Bæði havnarliðini eru trygt víðari til hálvfinalurnar, og hava seks stig hvør fyri tríggjar leiktar dystir.

 

Fríggjakvøldið 9. desember møtast liðini fyri at gera av hvør av teimum skal vinna bólkin.

 

Í kvøld vann Kyndil ein 39-13 risasigur á H71 2 í Hoyvíkshøllini. Tá sjey minuttir vóru farnir var støðan 7-0 til Kyndil. Í steðginum var støðan 22-5 til Kyndil.

 

Støðan í bólki 2 (hsf.fo) : 

 

##med2##

 

Dómaraseðilin frá hsf.fo H71 2-Kyndil 13-39 (5-22)

 

##med3##