Tveir dystir vóru leiktir í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini í dag.
Tað er staðfest, at KÍF verður annað liðið sum vinnur seg í hálvfinalurnar. KÍF vann rættiliga greiðan 29-23 sigur á VÍF í høllini í Kollafirði. Tað lá serliga væl fyri hjá KÍF, serliga í verjupartinum í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 14-8.
Kyndil helt lív í sínari hálvfinaluvón við at vinna 25-23 á StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11. StÍF hevur ongan møguleika at vinna seg víðari í hálvfinalurnar aftaná ósigurin í dag.
Alt avgerandi dysturin um hvør fylgir KÍF í hálvfinalurnar verður spældir í høllini í Vestmanna mikukvøldið klokkan 20, tá VÍF og Kyndil bresta saman.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | KÍF | 2 | 59 | 46 | 13 | 4 |
2 | VÍF | 2 | 51 | 51 | 0 | 2 |
3 | Kyndil | 2 | 48 | 53 | -5 | 2 |
4 | StÍF | 2 | 45 | 53 | -8 | 0 |
Mikudagin 2. feb 2022
kl. 20.00 VÍF – Kyndil
kl. 20.00 StÍF – KÍF
Kyndil-StÍF 25-23 (13-11)
Málskjúttar Kyndil: Anders Risdal 6, Jákup Jørgensen 6, Tróndur Wardum 4, Kristoffur Bjørgvin 4, Jóan Pauli Patursson 3, Ovi Lützen 2.
Málskjúttar StÍF: Jóannes Prestá 5, Ivan Mrdalo 4, Bjarni í Selvindi 4, Bjartur Már Guðmundsson 3, Pætur Johansen 3, Steinar Prestá 2, Pætur Barclay 1, Sveinur Justinussen 1.
KÍF-VÍF 29-23 (14-8)
Málskjúttar KÍF: Fríði Weyhe 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Morten N. Kristensen 4, Nicklas Selvig 3, Atli L. Hammer 2, Rúni Joensen 2, Jákup Thomsen 2, Tony Weyhe 2, Ási Dam 1.
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Hallur Árason 3, Hanus Christophersen 3, Tróndur Johnsson 2, Rúni Fossdal 2, Magnus Müller 2, Kristian Jensen 1, Andrias Eriksen 1.