Faxe Kondi-kappingin (menn):
Klokkan 18:00: StÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin á Skála.
Hóast landskappingarnar bert vanta nakrar fáar og avgerandi dystir, skulu hondbóltsfeløgini í Føroyum nú seta sjóneykuna á steypakappingina næsta mánaðin.
Hetta vikuskiftið verður ársins Faxe Kondi-kapping skotin í gongd, og frumframførslan verður á Skála í kvøld klokkan 18.00.
StÍF-leikarar hava upp í saman nevnt ynski um at spæla steypafinalu 15. februar, tá ið teir hava prátað við FM1, Sosialin ella in.fo hetta kappingarárið. Klaksvíkingar munnu hinvegin síggja hetta sum ein nýggjan møguleika at gera seg galdandi í manshondbólti í ár.
StÍF og Team Klaksvík eru í bólki 2 við Kyndli og Neistanum. Grannarnir báðir bresta saman í Havn í morgin, tá ið eisini kvinnurnar fara undir sína Faxe Kondi-kapping.
Bólkarnir í Faxe Kondi-kappingini eru soleiðis skipaðir (Tvey tey fremstu fara í hálvfinalurnar):
Menn:
Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
2 | VÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | KÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
4 | H71 2 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
2 | StÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | Kyndil | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
4 | Team Klaksvík | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
Í morgin, sunnudagin, eru hesir steypadystir hjá monnum:
VÍF-KÍF, H71 - H71 2, Neistin - Kyndil. Allir dystir byrja klokkan 16.00
Kvinnur:
Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
2 | Neistin | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | Stjørnan | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
2 | H71 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | StÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
4 | VB | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
Í morgin, sunnudagin, eru hesir steypadystir hjá kvinnum:
Neistin - Stjørnan, H71 - VB, VÍF - StÍF. Allir dystir byrja klokkan 14.00