Faxe Kondi: Stórsigrar til H71 og VÍF í bólki 1

Tveir dystir vóru leiktir í bólki 1 seinnapartin í dag

Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í høllini á Eiði tók EB ímóti H71.

 

H71 vann stórsigur 37-24. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 20-12.

 

Nukaaka Petrussen Lyberth tykist væl fyri nú Grønland skal skjótt ferðast til HM-endaspælið. Í dag var hon aftur toppskjútti hjá EB, hesaferð við átta málum.

 

Elsa Egholm var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík hittust Stjørnan og VÍF.

 

Vestmannakvinnur vunnu greitt 39-29. Í steðginum var VÍF á odda 17-13.

 

Savica Mrkikj var toppskjútti hjá Stjørnuni við 10 málum. Bjørg á Líknagøtu var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7113724132
 VÍF13929102
 STJØRNAN12939-100
 EB12437-130

 

 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá dystinum EB-H71 24-37 (12-20)

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá dystinum Stjørnan-VÍF 29-39 (13-17)

 

##med3##