Tað vóru tvey fegin lið aftaná seinasta bríksl í Hoyvíkshøllini í kvøld aftaná 24-23 sigurin hjá neistakvinnum á H71 í seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni.
Hoyvíkskvinnur kundu fegnast um ein samlaðan 54-47 hálvfinalusigur, og neistakvinnur kundu fegnast um at vera fyrsta liðið at sigra á H71 í bæði lands- og steypakappingini.
Finalan hjá H71-kvinnum móti antin Stjørnuni ella Kyndli verður ikki leikt fyrrenn leygardagin 19. mars. Orsøkin er, at H71 spælir tvær Europa Cup fjórðingsfinalur móti ukrainska liðnum, Lviv. Heimadysturin 20. februar verður leiktur dagin eftir tann dagin steypafinalan upprunaliga skuldi spælast, leygardagin 19. februar.
Stjørnan og Kyndil spæla seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini í KÍ-høllini, sunnudagin 13. februar klokkan 14. Kyndil er á odda 23-22 aftaná fyrru hálvfinaluna. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
HER ber til at hoyra frá FM1 og trok.fo samrøðurnar frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttarnar báðar, Mariu H. Weyhe hjá H71 og Mariu P. Nólsoy hjá Neistanum, ið báðar høvdu nakað at fegnast um aftaná dystin.
H71-Neistin 23-24 (10-12) - H71 vinnur samanlagt 54-47
Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 7, Jana Mittún 4, Sára Jacobsen 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Rannvá Olsen 2, Guðrið á Borg 2, Marita Mortensen 1, Lív B. Zachariassen 1, Vár B. Zachariassen 1.
Málskjúttar Neistin: Maria P. Nólsoy 9, Ingunn Persson 4, Sára S. Mikkelsen 4, Bjørk F. Joensen 3, Sólbjørt Høj 2, Frida Holm Jacobsen 1, Lea Mohr 1,