Tveir dystir eru í dag leiktir í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 31-27 á Stjørnuni. Í steðginum var H71 á odda 15-12.
Toppskjútti hjá H71 við níggju málum var Maria H. Weyhe. Toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum var Iuliia Nalivko.
Talan er um annan sigurin á rað hjá H71 í bólki 2. Farna hóskvøld vann H71 á útivølli 30-22 (14-9) á Tjalduri í høllini í Runavík.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 40-24 á EB. Í fyrra hálvleiki vóru eiðiskvinnur væl við, og í steðginum var VÍF á odda 17-14. Í seinna hálvleiki var tó greiður munur á liðunum.
Toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør vóru Ingibjørg Olsen, Lív S. Poulsen, Fríða N. Olsen og Rakul B. Joensen. Toppskjútti hjá EB við 10 málum var Nadja Pejovic.
H71 hevur fýra stig fyri tveir dystir. VÍF hevur tvey stig, meðan Tjaldur, Stjørnan og EB einki stig hava.
Komandi mikukvøld klokkan 19 hittast VÍF og Stjørnan í høllini í Vestmanna.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum í Hoyvíkshøllini og í høllini í Vestmanna:
##med2##
##med3##












