H71 menn hava eins og H71 kvinnur annað beinið í Faxe Kondi steypafinaluni.
H71 vann greitt 33-24 á VÍF í høllini í Vestmanna, og hava tískil eitt framúr gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi sunnudag klokkan 16. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Í steðginum var H71 á odda 16-12. Sum Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 segði so væl um dystin í Vestmanna: - H71 hevði fleiri herðar at bera avrikið enn VÍF, og tað gjørdist munurin.
HER ber til at hoyra frá trok.fo samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hanus Christophersen hjá VÍF sum heldur, at breiddin hjá liðunum gjørdi munin, og við Paula Mittún hjá H71, ið ikki vil kanna sær bitan hóast H71 hevur eina leiðslu uppá níggju mál undan seinnu hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini komandi sunnudag klokkan 16.
VÍF-H71 24-33 (12-16)
Málskjúttar VÍF: Hanus Christophersen 7, Hallur Árason 4, Magnus Müller 4, Filip Jojic 3, Andrias Eriksen 2, Kristian Jensen 2, Jóhan í Garðastovu 2.
Málskjúttar H71: Peter Krogh 8, Djóni G. Joensen 5, Óli Mittún 4, Pauli Mittún 4, Janus D. Djurhuus 4, Pætur Mikkjalsson 3, Jón Rói Mohr Høgnesen 2, Poul Símun í Garði 1, Bogi Hansen 1, Rókur Ziskason 1.