Faxe Kondi: H71 vann stórt á H71 2

Besta kvinnuliðið hjá H71 legði góðan botn undan uppgerðunum móti Stjørnuni og StÍF

Verandi steypavinnarar hjá kvinnum, H71 1 spældu í kvøld móti H71 2 frammanfyri 200 áskoðarum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

 

H71 vann sum væntað rættiliga greitt, men tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at tað bleiv veruliga greiður munur á liðunum.

 

H71 vann 36-20, men í steðginum vóru tær bert á odda 16-15. Lukka Arge sum spældi við H71 2 í kvøld skoraði ikki færri enn 13 av teimum 20 málunum H71 2 skoraði í kvøld.

 

Áskoðararnir sóu einki til stórspælararnar, Mariu H. Weyhe og Janu Mittún í kvøld. 

 

H71 2 - H71  20-36 (15-16)

 

Málskjúttar H71 2: Lukka Arge 13, Silja Sámalsdóttir 3, Sára Lagos 1, Karin H. Simonsen 1, Marita Thorsvig 1, Paula F. Petersen 1. 

 

Málskjúttar H71: Karina Rubeksen 8, Rannvá Olsen 7, Lív B. Zachariassen 6, Elsa Egholm 6, Brynhild Pálsdóttir 3, Sára Jacobsen 2, Eva Barba Arge 1, Guðrið á Borg 1, Vár B. Zachariassen 1, Bjørk Brimnes 1. 

 

Sunnudagur 23. jan 2022

kl. 14.00 H71 – Stjørnan

kl. 18.00 StÍF – H71 2

 

Hósdagur 27. jan 2022

kl. 18.30 Stjørnan – StÍF

 

Leygardagur 29. jan 2022

kl. 18.00 Stjørnan – H71 2

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 14.00 H71 – StÍF