Faxe Kondi: Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum vera leiktar í kvøld

Stjørnan tekur móti Kyndli í Klaksvík, og í høllini á Hálsi í Havn dystast Neistin og H71

Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini vera leiktar í kvøld. 

 

Klokkan 19 tekur Stjørnan móti Kyndli í KÍ-høllini í Klaksvík. Klokkan 20 tekur Neistin móti H71 í høllini á Hálsi í Havn.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Neistan og H71. 

 

Returdystirnir vera spældir leygardagin. Klokkan 16 tekur Kyndil móti Stjørnuni í høllini á Hálsi, og klokkan 19 tekur H71 móti Neistanum í Hoyvíkshøllini.

 

Sjálv steypafinalan verður leikt í høllini á Hálsi, leygardagin 25. februar.