Tað sá einki út við samlaða spenninginum í Faxe Kondi hálvfinalu-uppgerðini í høllini á Hálsi millum Neistan og KÍF.
KÍF var á odda 17-11 í steðginum, og var eitt skiftið á odda 23-15 í seinna hálvleiki, men ein rimmar endaspurtur hjá neistamonnum syrgdi fyri, at KÍF bara vann 26-25, og tí er sera stórur spenningur til seinnu hálvfinaluna, ið verður leiktur í høllini í Kollafirði komandi leygarkvøld klokkan 18. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum í Kollafirði komandi leygarkvøld.
HER ber til at hoyra frá trok.fo samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tony Weyhe hjá KÍF, ið iðrar seg um, at KÍF fall ov nógv í støði seinastu løtuna av dystinum, og samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Ágúst Óskarsson og Finnur Hansson hjá Neistanum, ið fegnast um, at samlaða uppgerðin livir enn. Hoyr eisini viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Neistin-KÍF 25-26 (11-17)
Málskjúttar Neistin: Ágúst Óskarsson 6, Ísak Vedelsbøl 4, Pauli Høj 3, Johannes Bjørgvin 3, Jann Rói Torfinsson 3, Tróndur J. Kragesteen 2, Felix Kjartansson 2, Rani Højgaard 1, Hanus Árason 1.
Málskjúttar KÍF: Morten N. Kristensen 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 4, Tony Weyhe 3, Fríði Weyhe 3, Nicklas Selvig 2, Atli L. Hammer 1, Andrias Nielsen 1.