Fyrrverandi Arsenal leikarin var í fleiri ár hjálparvenjari hjá Michael Laudrup, bæði í Brøndby og í Getafe. Hann fylgdi tó ikki við, tá Laudrup fór til Russlands at venja Spartak Moskva.
John Faxe Jensen royndi seg so sum venjara hjá Randers FC, men tað gekk ikki ov væl, men nú verður hann so hjálparvenjari í Blackburn, skrivar enska blaðið Daily Mirror.
Sáttmáli er skrivaður fyri seks mánaðir, men møguleiki er at fáa starvið permanent.










