Fyrsta umfar í næstbestu donsku deildini var um vikuskiftið spælt. Fleiri føroyskir spælarar spæla til dagligt í deildini, og í fyrsta umfarinum var føroysk uppgerð, har Vejle við Viljormi Davidsen tók ímóti uppflytarunum úr Fremad Amager, sum hava Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen á liðnum.
Og venjarin hjá Fremad Amager, navnframi John Faxe Jensen, er væl nøgdur við tað, sum liðið hjá honum avrikaði í fyrsta dystinum.
Í samrøðu við donsku heimasíðuna bold.dk, sigur John Faxe Jensen.
- Eg eri væl nøgdur við avrikið móti Vejle. Allir leikararnir spæla nærum upp til sítt allarbesta, og stórar partar av dystinum spældu vit eisini væl og virðiliga upp við Vejle. Vit hava bygt liðið upp til at yvirliva í næstbestu deildini, og eg eri bjartskygdur um okkara møguleikar.
Í komandi umfarinum skal Fremad Amager spæla á heimavølli móti FC Fredericia.