Faxe bilar frá Reyni Service

Fríggjadagin 21. juni, longsta dag, lat Reyni Service tveir Toyota Avensis Sportvan til Faxe deildina hjá P/F Poul Michelsen heilsølu í Havn

P/F Poul Michelsen heilsøla yvirtók tann 1.juni í ár Faxe umboðið, ið Eysturoyar Heilsøla hevur havt í eini 30 ár. Faxe deildin er ein sjálvstøðug eind í heilsøluni hjá Poul Michelsen. Leiðari á deildini er Sjúrður Ludvig í Havn. Teir hava keypt tveir Toyota Avensis Sportvan til sølumennirnar Rúna Joensen og Sigurjón Einarsson, ið skulu vitja kundarnar kring landið við bilunum. Faxe bilarnir síggjast, har teir koma við stórum reklamum á síðunum. Bilarnir hava 2.0 D-4D turbo dieselmotorar við commonrail innspræning og 116 hk. Avensis Sportvan verða eins og forgangarin, Toyota Picnic, nógv seldir sum vørubilar.