Dart
Dartsambandið skipaði um vikuskifti fyri sættu einstaklingakappingini hetta kappingarárið. Higartil hevur talið av luttakarum ikki verið nakað at reypa av, men leygardagin var vent í holuni, 30 mans teknaðu seg til kappingina í einmansleiki og tað er tað mesta í fleiri ár. Fleiri nýggj andlit vóru at síggja, men eisini nakrir unglingar frá 90'unum høvdu tikið pílarnar av aftur hillini.
Ovasti leikarin á styrkilistanum, Henrik Pedersen, tapti í fjóðringsfinaluni; men burtursæð frá honum hevði restin av hægst styrkismettu leikarunum spælt seg í hálvfinalurnar. Í aðrari hálvfinaluni hittust Remy G. Hansen og Alvin Egholm. Remy vísti betra spælið og vann eisini 5-3.
Í hinari hálvfinaluni hittust Petur Grønagarð og Poul Poulsen. Petur spældi betur og betur sum dagurin leið og í hesum dystinum vísti hann rættuligt stórspæl. Petur vant rættuliga burtur úr Poul og vann uttan trupulleikar 5-0 og brúkti í hálvfinaluni ongantíð meir enn 18 pílar til eitt sett.
Finalurnar
Finalan gjørdist ikki tann vælleikti dysturin ein kundi rokna við. Petur vann uttan stórvegis trupulleikar 6-2.
Eisini í tvímansleiki vóru nógvir luttakarar; men tá komið var fram til hálvfinalurnar var tað sum tað plagar.
Henrik Pedersen/Poul Poulsen taptu bert eitt sett í teimum 12 dystunum á veg í hálvfinaluna. Í hálvfinaluni vunnu teir 5-2 á Jan Midjord/Jackie Joensen. Í hinari hálvfinaluni spældu Páll Dam/Remy G. Hansen móti Alvin Egholm/Suna Rasmussen. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur. Nógvir nervar gjørdu, at báðir partar høvdu trupult við at "lukka" settini. Hetta gjørdi samstundis, at flestu settini kundu farið báðar vegir. Øll 9 settini skuldi eisini til fyri at avgera dystin. Páll & Remy drógu longra stráið og vunnu 5-4.
Í finaluni komu Henrik & Poul skjótt upp á 4-1. Spenningur kom tó aftur í dystin, tá Páll & Remy megnaðu at minka um munin til 4-3. Endin var tó, at Henrik & Poul vunnu 6-4. Tað sær ikki út til, at nakar í løtuni megnar at syfta teir af ovastu rók í tvímanleiki.
Allir vinnararnir fingu steyp og heiðursmerkir frá Føroya Banka og vunnu sær samstundis týdningarmikil stig til styrkilistan, sum er at síggja á tekstvarpssíðu 230.










