Altjóða hondbóltsdómarin metir Danmark at verða ein pinkulítlan favoritt ímóti Fraklandi, tá liðini skulu spæla EM-finaluna í Boxen í Herning í morgin klokkan 16.30.
Spurdir um prosentir metir Eyðun, at tað eru 51 prosent til Danmark og 49 prosent til Frakland. Heimavøllurin við teimum 14.000 áskoðarunum í rygginum gevur Danmark henda pinkalítla fyrimunin.
Eyðun heldur, at bæði liðini vístu góða, sálarliga styrki í hálvfinalunum, har bæði liðini vóru aftanfyri við tveimum málum í steðginum, men megnaðu at vinna seg aftur á sigurskós. Danmark vann 29-27 á Kroatia, og Frakland vann 30-27 á Spania.
Eyðun er ivaleysur í, at málverjarnir koma at spæla ein altavgerandi leiklut í finaluni. Tað sum Eyðun óttast mest eru útvísingarnar hjá Danmark, tí tað hevur víst seg, at Frakland er eitt lið, sum dugir sera væl at revsa liðið, sum hevur ein mann minni á vøllinum.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Eyðun Samuelsen, sum varð tikin upp klokkan 22.15 í kvøld.
Danske Spil hevur Danmark, sum rættiliga stóran favoritt. Danske Spil hevur odds 1,60 uppá danskan sigur aftaná vanliga leiktíð. Franskur sigur aftaná vanliga leiktíð gevur odds 3,10, sum er rættiliga høgt. Javnleikur gevur heili odds 8.