Í gjárkvøldið bar ikki til at spæla fótbólt í Streymnesi, tí vøllurin lá undir nógvum kava.
Í kvøld bar betri til, og so varð útsetti dysturin millum EB/Streym og KÍ spældur.
EB/Streymur vann 5-0, og harvið eru teir í Sundalagnum aftur topplið. Stigatalið er tað sama, sum hjá 07 Vestur, men málmunurin hjá EB/Streymi er +22, og hjá 07 Vestur er hann +14.
Sunnudagin verður toppdystur við Margáir, tá ið EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur.
Tað tók meiri enn ein hálvan tíma at fáa hol á, og tá ið teir fóru at hvíla seg, var tað einki, sum bendi á, at talan skuldi verða um stórsigur. Brian Olsen misnýtti brotsspark, tá ið eiiin lítl hálvur tími var farin, og fimm minuttir seinni skoraði Arnar Dam einasta málið í fyrra hálvleiki.
Stívar tíggju minuttir eftir steðgin økti Ragnar B. Danielsen um munin, og so gekk skjótt, tí fimm minuttir seinni var 4-0. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti innskifti Ólavur F. Ejdesgaard rimmar sigurin.
EB/Streymur-KÍ 5-0 (1-0)
1-0: Arnar Dam 34.
2-0: Ragnar Danielsen 56.
3-0: Rógvi E. Nielsen 58.
4-0: Leif Niclasen 60.
5-0: Ólavur F. Ejdesgaard 91.
Støðan eftir sjey umfør
EB/Streymur 19
07 Vestur 19
FC Suðuroy 13
Giza/Hoyvík 12
KÍ 9
NSÍ 9
HB 7
B71 5
AB 4
Víkingur 4
Áttanda umfar
Leygardagin 30. apríl
Víkingur-HB
NSÍ-KÍ
Giza/Hoyvík-B71
FC Suðuroy-AB
Sunnudagin 1. mai
EB/Streymur-07 Vestur








