Hæddarpunktið í heimligu kappingini í innandura bogaskjóting er uttan iva føroymeistarakappingin. Í ár varð hon hildin í høllini á Giljanesi, og heili 23 skjúttar luttóku. 10 í compound og 13 í recurve.
Hóast Jógvan Niclasen og Hans Petur Højgaard hava verið bestu skjúttarnir í ár, so eru fleiri skjúttar, ið hava hótt teir báðar, og kappingarnar eru bara vorðnar javnari, sum veturin hevur liðið.
Compound
Tá innleiðandi kappingin í Compound var liðug, vóru tríggir skjúttar, ið vóru ein flokk hægri enn hini. Jógvan Niclasen, Magnus Andreassen og Kaj Johannesen høvdu millum 573 og 568 stig av 600 møguligum. Hetta er sera góð skjóting.
Sterkasti skjúttin aftan fyri teir, var Sigrid Vang við 560 stigum. Hon hevur framvegis ikki játta, at hon verður við til Oyggjaleikirnar, har hon annars hevur vunnið nógv heiðursmerki fyri Føroyar.
Fjórðingsfinalur
Í kvartfinalunum vóru tað framvegis hesir tríggir skjúttar, ið vístu sterkastu skjótingina, sum var á høgum støði, men nú kom Nikkel Petersen eisini upp í leikin, og koppaði Sigrid Vang við 115 stigum ímóti 111. Í hinum dystunum vann Jógvan Niclasen á Rakul Dam, sum er mamma hansara, við fýra stigum. Kaj Johannesen koppaði veteraninum, Alberti Dam, við fimm stigum og Magnus Andreassen vann bert við tveimum stigum á Hans Asbjørn Eysturdal, sum fyri kortum hevur fingið ein boga, ið passar til hansara.
Hálvfinalur
Í hálvfinalunum var veruliga lagt upp til sterka og spennandi skjóting, tá allir fýra skjúttarnir skutu sera javnt í umfarinum frammanundan.
Hetta vísti seg eisini at verða til veruleika, men Nikkel Petersen livdi ikki upp til umfarið frammanundan, og so var laga manni hjá Jógvani Niclasen at skjóta seg í finaluna. Hann vann við heili sjey stigum, sum er rættiliga nógv, tá komi er so langt áleiðis.
Í hinum dystinum skutu Magnus Andreassen og Kaj Johannesen. Hetta bleiv ein heilt javnur dystur, har nummar tíggju í heiminum, Magnus Andreassen, megnaði at vinna við tveimum stigum.
Finalur
Í bronsudystinum megnaði Nikkel Petersen aftur at finna góðu skjótingina fram, og eftir ein javnan dyst vann hann við tveimum stigum á Kaj Johannesen, har luftin sýntist at vera farin úr balónini.
Í gulldystinum gekk sera javnt á, og tá seinasta umfarið skuldi byrja var bara eitt stig, ið skilti skjúttarnar. Men tá vísti Jógvan Niclasen, hví hann framvegis er sterkasti skjúttin í landinum, tá hann fekk 30 stig, sum er tað mesta, ið til ber at fáa. Magnus Andreassen megnaði ikki at fylgja við, og fekk til hansara stóra vónbrot bara 27 stig.
Tískil staðfesti Jógvan Niclasen enn eina ferð sína støðu sum sterkasta compoundskjútta í landinum.
Recurve
Í innleiðandi recurvekappingini var bara Hans Petur Højgaard, av teimum bestu, sum megnaði at skjóta omanfyri 530 stig, ið seks skjúttar vanliga burdu klárað.
Næstur honum var Absalon Hansen og honum á baki kom Eirikur í Jákupsstovu.
Annika Vang og Jógvan Magnus Andreasen høvdu eina skjóting, ið var út av lagi tilsamans, men í seinnu helvt var Jógvan Magnus Andreasen millum tey bestu.
Fjórðingsfinalur
Vanliga verður ikki gjørt nakað við áttandapartsfinalurnar, men tað skal nevnast, at unga Sirið Rein mundi vunnið á Anniku Vang í henni. Eftir 12 pílar høvdu báðar tvær 101 stig, men í umskjótingini tók Annika Vang seg saman, og fekk tíggju stig, meðan Sirið Rein fekk níggju.
Í fjórðingsfinalunum vunnu bæði Eirikur í Jákupsstovu og Hans Petur Højgaard sínar dystir, og hetta var væntað av teimum. Hóast Hans Petur bert vann við tveimum stigum.
Hinir dystirnir vóru hópin áhugaverdari, tá talan var um rímiliga javnar skjúttar til hesar dystir.
Absalon Hansen og Jógvan Magnus Andreasen skutu ein dyst. Har leikaði javnt á, men tá alt kom til alt, vísti tað seg, at Jógvan Magnus Andreasen hevði kaldara blóðið og vann við heil sjey stigum.
Í hinum dystinum gjørdi Torfinn Hansen, ársins skjútti, bart, og sendi Anniku Vang so barlanga úr kappingini, tá hann vann við seks stigum.
Hálvfinalur
Jógvan Magnus Andreasen vísti sterka skjóting í fjórðingfinaluni, og í hálvfinaluni skuldi hann møta Eiriki í Jákupsstovu. Teir báðir hava skotið nógvar dystir ímóti hvørjum øðrum í vetur, og hava mestsum skiftst at vinna. Kalda blóðið hjá Jógvani Magnus Andreasen var ikki líka kalt longur, og tað hevði helst við sær, at hann ikki fekk sína skjóting veruliga at koyra.
Tá alt kom til alt endaði hesin intensi dysturin við, at Eirikur í Jákupsstovu vann við níggju stigum.
Í hinum dystinum skutu Torfinn Hansen og Hans Petur Højgaard. Henda dyst vann Hans Petur Højgaard við 111 stigum ímóti 95.
Finalur
Í bronsudystinum hittust skjúttarni úr Vágaskoti, Torfinn Hansen og Jógvan Magnus Andreasen. Teir vístu góða og javna skjóting, og endin varð, at Torfinn Hansen vann dystin við einum stigið.
Gulldysturin gjørdist eisini rímiliga javnur. Hans Petur Højgaard fór beinanvegin eitt stig fram um, og soleiðis helt fram til seinasta umfar, tá munurin varð fýra stig. Eirikur í Jákupsstovu royndi sítt frægasta, men tað var ikki nóg mikið, og so vann Hans Petur Højgaard við trimum stigum, og er tí føroyameistari í recurve. Leggjast kann til merkis, at bronsudysturin hevði meira stig enn gulldysturin.