Bæði hjá kvinnum og monnum vóru tað tey bæði liðini, ið endaðu ovast í landskappingini, sum eisini vunnu fyrstu FM-finalurnar í flogbólti, sum vóru í gjár.
Hjá kvinnunum vann Mjølnir 3-2 á Fleyr við settúrslitunum 25-27, 25-19, 25-18, 24-26 og 15-8, so har var allíkavæl rættiliga javnt í einum undirhaldandi og vælspældum dysti.
Hinvegin var lítil ivi um úrslitið í mansfinaluni, tí har vann SÍ 3-0 á Mjølni, ið stórt sæð alla tíðina var væl aftanfyri. Settini endaðu 25-20, 25-16 og 25-14.
Onnur finalan hjá bæði kvinnum og monnum verður spæld á uttanveltaðum vølli, í ítróttarhøllini á Eiði, leygardagin 24. mars, og er brúk fyri eini triðju finalu, verður hon á sama stað sunnudagin 25. mars.










