Favorittarnir vunnu í FA Cup

Aston Villa var á vitjan hjá Reading, sum millum annað sendi Liverpool úr FA Cup. Tað sá eina løtu út til, at Reading fór klára at knekka Villa. Fyrst stútaði Shane Logan heimaliðið á odda. Síðani átti hann seinasta fótin á einum skjótálopi, so at Reading kundi fara til hálvleiks við eini tvey máls leiðslu.

 

Hvat Martin O?Neill, venjari hjá Aston Villa, hevur sagt við sínar spælarar í hálvleikinum er óvist, men tað riggaði. Áðrenn eitt korter var farið av seinna hálvleiki, høvdu Ashley Young og tvær ferðir John Carew vent dystinum á høvdið. Í seinasta minutti fekk norski framherjin sítt hattrick, tá hann skoraði uppá bortsspark til endaliga úrslitið 4-2 til Aston Villa.

 

Chelsea, sum hevur tapt tveir teir seinastu dysturnar, vann á Stoke á Stamford Bridge. Tað vóru tveir av lykla spælararnum hjá enska landsliðnum, ið gjørdu munin. Frank Lampard legði Chelsea á odda tíggju minuttir áðrenn hálvleik. John Terry var fyrstur á bóltin eftir horna, og legði hann fyri føturnar á Lampard, sum smekkaði bóltin í málið. Um miðjan seinna hálvleik økti John Terry sjálvur, tá hann stútaði eitt horna frá Lampard í mál.

 

Everton og Hull hittust í Premier League. Har vann Everton heili 5-1. Mikel Arteta skoraði tvey, Landon Donovan og Jack Rodwell eitt í part, meðan tað fimta málið hjá Everton var sjálvmál. Tom Cairney skoraði fyri Hull.

 

Chelsea, Aston Villa, Portsmout og vinnarin av Tottenham og Fulham 23. mars eru í hálvfinalunum í FA Cup.