Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum at fáa bilbukt við stórfavorittarnar í HB. Síðani toppliðið setti meistararnar í EB/Streymi upp á pláss við 2-0 sigri í Gundadali 20. mars er tað bara tvær ferðir komið fyri, at HB ikki hevur vunnið fulla úrtøku 0-0 og 3-3 í Gundadali ímóti ávikavíst 07Vestur og B36.
Í dag skulu favorittarnir norður til Streymnesar. Um tað ikki eydnast meistarunum í EB/Streymi at fáa bilbukt við HB, so er ilt at ímynda sær, hvør skal megna tað. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur vunnið úrtøku, og liðið kennist vera munandi betri fyri, enn tað var í fyrstu umførunum.
ÍF hevur møguleika at vinna seg fram á næstfremsta plássið. Treytin er, at tað eydnast at vinna fulla úrtøku í Sørvági, har heimaliðið er í rættuliga trongum skóm. Fimm av seks teimum seinastu ferðunum hevur úrslitið hjá ÍF verið javnleikir. 07Vestur er illa spert í botninum eftir tapið á Tvøroyri fyri viku síðani. Í 3. umfari vann ÍF 3-1 á heimavølli ímóti 07Vestur.
Í triðja umfari endaði tað málleyst, tá ið NSÍ var í Trongisvági. Síðani hevur TB bara tapt ímóti HB. At liðið framvegis er niðarlaga á støðutalvuni kemst av, at tað oftast er endað við javnleiki. Søgan hjá NSÍ er tann sama. Síðani vitjanina í Trongisvági hevur liðið í landskappingini bara tapt ímóti HB.
AB fær í dag vitjan av Víkingi. Argjamenn eru ongantíð komnir úr aldudalinum, har tølini siga, at víkingarnir leingi hava verið. Víkingur hevur ikki vunnið í landskappingini seks tær seinastu ferðirnar. Mikukvøldið eydnaðist tað at vinna fyrru hálvfinaluna á heimavølli ímóti NSÍ. So fæst at síggja í dag, um hetta hevur ávirkan á avrikini í landskappingini.
NSÍ-TB: Petur Reinert kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
07Vestur-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
AB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Støðan
HB 27 stig
KÍ 18 stig
ÍF 17 stig
B36 16 stig
NSÍ 16 stig
EB/Streymur 15 stig
Víkingur 15 stig
TB 14 stig
07Vestur 7 stig
AB 2 stig
KÍ og B36 hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 11 dystir.