Klaksvík: Nú eru seks bólkar funnir til stóru finaluna í Prix Føroyar tónleikakappingini.
Fríggjakvøldið var triðja innleiðandi umfarið í kappingini í Klaksvík, og tveir bólkar komu víðari frá hesum umfari.
All that Rain, sum er mannaður við fyrrverandi limum í Kjølum, vann kappingina sannførandi. Teir spældu fyrst, men høvdu eina frálíka framførslu við góðum rocktónleiki.
Á næstfremsta plássinum var bólkurin Tám, sum er mannaður við royndum tónleikarum úr høvuðsstaðnum.
Eingin lokalur víðari
Um 800 fólk vóru til Prix Føroyar í Klaksvík. Kappingin varð hildin í KÍ-høllini, og umframt teir báðar vinnandi bólkarnar, vóru sjey aðrir bólkar á pallinum.
Trý lokal ískoyti vóru til kappingina, men eingin av bólkunum úr Klaksvík komu víðari frá umfarinum. Bólkurin PS kláraði tó at gera seg merktan við sínum øðrvísi tónleiki og sermerktu framførslu.
Bólkur Daybreak úr Havn spældi eisini sannførandi, men teir kláraðu ikki at syfta drivnu tónleikararnar í Tám.
Í blaðnum í morgin hava vit størri reportasju frá umfarinum í Klaksvík.