Favorittarnir renna frá hinum

Aftur í dag var talan um favorittsigrar, tá ið HB og B36 vóru á bygd

Tað eru tey fimm stóru, sum kappast um FM og Europapengarnar, og so eru tað hini, sum renna undan botninum.

Soleiðis hevur tað verið higartil í ár, og trettanda umfar var trivalig undirstriking av hesum.

HB var frammanfyri 2-0, tá ið fimm minuttir vóru farnir í Fuglafirði, og HB vann 5-1. Hørður H. Askham er ikki so ofta millum HB málskjúttarnar, men í dag skoraði hann tvey mál – tað fyrsta og tað síðsta.

B36 er á veg úr Trongisvági við 1-0 sigri. Lukasz Cieslewicz skoraði einasta málið beinanvegin eftir steðgin.

Tað stóð nógv á síðstu løtuna, tá ið Símun Rógvi Hansen, sum fyri fyrstu ferð var í B36 málinum, stórbjargaði, tá ið Stefan Radosavljevic royndi seg við frísparki úr seytjan metrum.

Lítla løtu seinni varð Stefan Radosavljevic vístur av vøllinum.

 https://www.in.fo/myndasavn/ 

ÍF – HB 1-5 (0-3)

0-1: Hørður H. Askham

0-2: Ari Mohr Olsen

0-3: Adrian Justinussen

0-4: Daniel Johansen

0-5: Hørður Askham

1-5: Hans Jákup Lervig

 

TB – B36 0-1 (0-0)

0-1: Lukasz Cieslewicz

 

Leygardagin

NSÍ – AB 2-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Klæmint A. Olsen

 

EB/Streymur – Víkingur 1-4 (0-1)

0-1: Sølvi Vatnhamar br

0-2: Dion Splidt

0-3: Philip Djordjevic

1-3: Ragnar B. Danielsen br

1-4: Philip Djordjevic

 

Fríggjakvøldið

Skála – KÍ 0-2 (0-2)

0-1: Patrik Johannesen

0-2: Jóannes Bjartalíð

 

131021331032
NSÍ131012351231
B36131003221230
Víkingur13922291629
HB13733301724
Skála13508151615
TB13337112512
EB/Streymur13211016367
AB13111114374
ÍF13111110344

Leygardagin 22. juni

B36 - NSÍ

TB - KÍ

Sunnudagin 23. juni

EB/Streymur - ÍF

Skála - HB

AB - Víkingur