Favorittarnir hittast í hálvfinaluni

Vestmenningar og strandingar eiga helst sterkastu liðini í føroyskum manshondbólti, og nú skulu teir í tveimum umførum gera av, hvør teirra skal gerast partur av steypafinaluni

Coca-Cola kappingin

Mansliðið hjá Kyndli fekk ynskis-lutakasti, tá teir fingu triðju-deildarliðið hjá kollfirðingunum, meðan StÍF og VÍF bresta saman í hinari hálvfinaluni hjá monnum. Hjá kvinnunum hittast Neistin og VB, meðan finalistarnir frá í fjør, VÍF og Stjørnan hittast í hinari hálvfinaluni.
Soleiðis lagaði alt seg, tá Hondbóltssambandið herfyri kastaði lut um, hvussu ymsu liðini skulu tørna saman, nú komið er til hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti.

Brak á skránni
Sum nevnt, so mundi tað kennast sum eitt dreymalutakast, tá Kyndil fekk at vita, at teir skulu hitta kollfirðingar. Talan er nevnliga um triðju-deildar liðið hjá KÍF, sum fullkomuliga óvæntað basti besta mansliðnum hjá Neistanum, og á pappírinum skuldi í øllum førum ikki verið nakar ivi um, at Kyndil her eigur betra liðið.
Tað er tó einki at ivast í, at kollfirðingar helst fara at styrkja nakað um liðið til hálvfinalurnar, men undir øllum umstøðum má roknast við, at teir grønu yvir tveir dystir eru ov sterkir fyri kollfirðingarnar.
Hin hálvfinalan gjørdist sostatt eitt satt brak millum StÍF og VÍF. Júst hesi bæði liðini tykjast í ár at vera tey sterkastu í føroysku kappingini, og tí ber longu nú til at siga, at vinnarin av uppgerðini má roknast sum favorittur, tá finaludysturin verður á skránni. Her tykist tað soleiðis, at strandingarnir seinastu árini hava fingið eitt sálarligt tak á VÍF, og tí mugu teir finna seg í at verða róptir fyri favorittar undan dystunum, men VÍF er VÍF, og tað skuldi verið ógvuliga løgið, um teir ikki í øllum førum geva StÍF tveir sera harðar dystir.

Finalistar hittast
Hjá kvinnunum hittast teir báðir finalistarnir frá í fjør, Stjørnan og VÍF. Hóast VÍF ikki hevur somu støðu í kvinnukappingini í ár, sum tær høvdu í fjør, so mugu tær helst roknast sum favorittar. Stjørnan hevur av og á víst tenn í landskappingini, og tær hava eisini strítt seg fram á heiðursmerkjasessirnar her, men kortini tykist tað sum um, at VÍF er júst tað lítla pettið betri.
Í hinari hálvfinaluni hittast Neistin og VB, og her má VB finna seg í heitinum sum favorittar. VB er í løtuni oddalið í landskappingini, og tó at tær ikki hava verið so sannførandi seinastu dystirnar, sum tær annars hava verið, so hevur talan í tveimum førum verið um sannførandi sigrar á Neistanum.
Dystirnir í hálvfinalunum verða leiktir soleiðis:

Kvirnur
18.01Neistin-VB
22.01Stjørnan-VÍF
25.01VB-Neistin
29.01VÍF-Stjørnan

Menn
22.01Kyndil-KÍF III
22.01VÍF-StÍF
29.01KÍF III-Kyndil
29.01StÍF-VÍF