Favorittarnir hildu tørn

Favorittarnir gjørdu tað, sum tað varð roknað við, at teir skuldu gera. Í dýrdarveðrinum í gjár vórðu fýra dystir í 1. deild á skránni. Tann fimti í 14. umfari ? tann ímillum HB og EB/Streym ? varð spældur 26. apríl, tá ið HB vann 3-0.

VB/Sumba og 07 Vestur vóru undan umfarinum í gjár á tveimum teimum ovastu plássunum. Tað eru tey framvegis eftir sigrar á ávikavíst teimum næstbestu hjá B68 og TB.

At tvøramenn taptu í Sørvági ber við sær, at AB við sigri í Leirvík lyfti seg framum TB.

Í botninum vann NSÍ stórsigur á KÍ, sum orduliga er steðgað upp og skal ansa sær, tá ið klaksvíkingar leygardagin fara út á Svangaskarð.

Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum verða bara tríggir dystir á skránni. Tveir dystir í 15. umfari eru longu spældir.

 

07-Vestur-TB 3-1

Víkingur-AB 1-5

VB/Sumba-B68 4-2

NSÍ-KÍ 6-0

 

VB/Sumba 37 stig

07 Vestur 34 stig

AB 31 stig

TB 29 stig

HB 16 stig

Víkingur 14 stig

NSÍ og KÍ 13 stig

EB/Streymur 9 stig

B68 7 stig

TB hevur spælt 16 dystir, VB/Sumba hevur spælt 15 dystir, 07 Vestur, AB, HB, NSÍ, EB/Streymur og B68 hava spælt 14 dystir, og Víkingur og KÍ hava spælt 13 dystir.

 

15. umfar

Leygardagin 12. juli

AB-HB

TB-NSÍ 6-0

07 Vestur-VB/Sumba

B68-KÍ

EB/Streymur-Víkingur 0-2