Favorittarnir í hálvfinalurnar

Eingin skelkur kom í teimum fýra fjórðingsfinalunum í manshondbólti, sum vórðu spældar í gjár. Neistin, VÍF, Kyndil og H71 verða liðini í hálvfinaluni

Hondbóltur

Tann spenningur, sum var undan dystunum, var fyri tað mesta í Havn, har fýra lið úr Atlantic Airways-deildini kappaðust um tvey pláss í hálvfinaluni.
Fyrri dysturin stóð her millum Neistan og StÍF, sum eru nummar eitt og tvey á stigatalvuni, men eins og leygardagin, so tóktist munurin á vøllinum at vera nógv størri enn sum so. Neistin fór avstað stutt undan steðginum, og í seinna hálvleiki var ongan tíð nakar ivi um, hvat lið skuldi víðari.
Í dystinum millum Kyndil og KÍF var munurin ikki heilt so stórur, men í veruleikanum hevði Kyndil her tamarhald á tí mesta. KÍF spruttaði eina løtu tíðliga í dystinum, men eftir at Kyndil hevði brúkt sítt fyrra time-out, fingu teir takið á dystinum.
Eftir steðgin var munurin støðugt eini fýra mál, og okkurt skifti heili sjey av slagnum. So tað var ongan tíð soleiðis, at heimasigurin var í vanda.

Stórsigrar í Vestmanna
Í Vestmanna vóru eisini tveir dystir á skránni. Í báðum førum millum lið úr bestu og næstbestu deildini, og munurin á máltalvuni samsvaraði eisini við hetta.
Hóast Team Klaksvík so smátt kann venja seg vi tankan um, at teir skulu spæla í fremstu røð næsta kappingarár, so fingu teir samstundis staðfest, at tað er munur á. VÍF hevði fult tamarhald allan dystin, eftir at teir longu fyrstu løtuna skræddu seg fullkomuliga leysar.
Og H71 hevði heldur ongar trupulleikar, tá teir á útivølli hølvaðu næst besta liðið hjá VÍF av. Her varð munurin heili 25 mál, so spenning av nøkrum slag var talan ongan tíð um.

Fakta
Úrslitini mikukvøldið
Neistin-StÍF 32-20 (15-11)
VÍF-Team Klaksvík 35-26 (21-12)
Kyndil-KÍF 29-25 (14-12)
VÍF 1-H71 15-40 (-719)

Hálvfinalurnar
19. desember
VÍF-Kyndil
Neistin-H71

26. desember
Kyndil-VÍF
H71-Neistin