Favorittarnir greiddu sína skyldu

Allir favorittarnir fingu fulla úrtøku í FA Cup umfarinum í dag

Hóast tað í gjár hendu fleiri sensatiónir í fjórðu rundu av FA Cup, so sá tað út til at favorittarnir í dag høvdu lært nakað av dystunum í gjár.

Í øllum trimum dystunum sum vóru leiktir í dag, vóru tað Premier League feløgini, ið struku avstað við sigrinum ímóti liðum úr lægri deildum.

 

Fyrsti dysturin í dag var millum Bristol City og West Ham. Og hóast tað leingi sá út til at dysturin skuldi enda við málleysum javnleiki, so var tað West Ham, sum 10 minuttir undan leikloki fekk avgerandi málið í dystinum. Eftir frálíkt uppspæl frá Andy Carroll, eydnaðist tað Diafra Sakho at høvda bóltin í netið til endaliga úrslitið 1-0.

 

Eisini Aston Villa, sum annars hevur havt stórar trupulleikar við at skjóta mál, greiddi sína skyldu, tá teir á heimavølli spældu móti oddaliðnum í næstbestu ensku deildini, Bournemouth. Aston Villa vann dystin 2-1.

 

Í seinasta dystinum spældi Arsenal á útivølli móti Brighton. Arsenal vann dystin 3-2, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 2-0. Arsenal sigurin var fult uppiborin, tí í fyrra hálvleiki var veruligur munur á liðunum, meðan heimaliðið í seinna hálvleiki gav Arsenal ein skarpan gang.

 

Seinasti dysturin í fjórðu rundu av FA Cup verður leiktur í annaðkvøld, tá Rochdale tekur ímóti Premier League liðnum, Stoke City.

 

Úrslitini í dag:

 

Bristol City – West Ham 0-1

Aston Villa – Bournemouth 2-1

Brighton – Arsenal 2-3