Favorittarnir gjørdu vunnu aftur

Premier League. Manchester City og hinir favorittarnar vunnu um vikuskiftið

Um vikuskiftið var 34. umfar í Premier League og alt er við tað sama í oddinum. Manchester City hevur munin á Arsenal, Newcastle United og Manchester United nærkast Champions League, meðan Liverpool nú er á fimta plássinum.

 

Erling B. Haaland skoraði sítt mál nummar 50 í hesum kappingarárinum, tá Manchester City vann 2-1 á Fulham. Hetta er hansara 34. mál í Premier League kappingarárinum. Fulham javnaði, áðrenn Julian Alvarez skoraði sigursmálið. Manchester City er nú oddalið og hevur munin á Arsenal.

 

Newcastle United var aftanfyri 1-0 móti botnproppinum Southampton, men vendi øllum og  vann 3-1. Nýríka felagið hevur kós móti Champions League og tað kemur helst at skunda undir ætlanina, at gera Newcastle til eitt toppfelag í Evropa.

 

Manchester United heldur eisini frástøðuna niður til hini, ið vilja sleppa í Champions League. Bruno Fernandes skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum á Aston Villa, sum annars hevur havt eina avbera góða gongd seinastu mánaðirnar.

 

Liverpool vann triðja dystin upp í slag við dramatiskum 4-3 sigri á Tottenham. Liverpool var á odda 3-0 aftaná eitt korter, men í yvirtíðini javnaði Tottenham til 3-3. Bara minuttin seinni skoraði Diogo Jota til 4-3 til Liverpool, sum tó ikki tykist kunna røkka Champions League fótbólti.

 

30.04Liverpool4:3Tottenham
30.04Manchester Utd1:0Aston Villa
30.04Bournemouth4:1Leeds
30.04Newcastle3:1Southampton
30.04Fulham1:2Manchester City
29.04Brighton6:0Wolves
29.04Brentford2:1Nottingham F.
29.04Crystal Palace4:3West Ham
01.05Leicester:Everton
02.05Arsenal:Chelsea
1Manchester City32244484:3076
2Arsenal33236478:3875
3Newcastle331811461:2765
4Manchester Utd32196749:3963
5Liverpool33168965:4256
6Tottenham341661263:5754
7Aston Villa341661246:4254
8Brighton31157961:4052
9Brentford341214852:4450
10Fulham331361445:4545
11Crystal Palace3410101435:4540
12Chelsea321091330:3539
13Bournemouth341161736:6439
14Wolves341071729:5037
15West Ham33971737:4734
16Leeds34791843:6730
17Nottingham F.34791830:6230
18Leicester33852044:5729
19Everton336101725:5028
20Southampton34662228:6024