Favorittarnir eru á heimavølli

07 Vestur, AB og Skála eiga øll heimavøll, tá ið 21. umfar í næstbestu fótbólts­deildini er á skránni í kvøld

Tað er ógvuliga tætt í toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini, har 07 Vestur, AB og Skála kapp­ast um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær.
Tað er einki, sum bendir á, at talan verður um stórvegis broytingar í toppinum í kvøld. Toppliðini eiga øll heimavøll. AB fær vitjan av B68, sum er botnlið, Skála fær vitjan av EB/Streymi, sum er triði aftast, og 07 Vestur, sum seinastu vikur­nar rættuliga hevur lagt seg á kós ímóti uppflyting, fær í Sørvági vitjan av Víkingi. Leygar­dagin legði Víkingur rygg til 4-0 tap á heimavølli ímóti AB.