Eftir summarfrí síðani 29. juni er aftur fótbóltur í næstbestu deildini á skránni. 18. umfar verður spælt í dag. Longu klokkan 13 var fyrsta bríkslið í Streymnesi, har tað er grannauppgerð ímóti Skála.
Í summar hevur Skála styrkt um liðið, eitt nú eru Jákup Johansen, sum hevur verið í Fuglafirði, og Pauli G. Hansen, sum hevur hildið frí, síðani hann í fjør gavst í EB/Streymi, komnir aftrat. Skála droymir framvegis um, at tað skal eydnast at flyta upp í bestu deildina.
Toppliðið HB er á veg til Klaksvíkar. KÍ hevur á skrivaraborðinum mist fýra stig í summarsteðginum. Í HB er stór kapping um plássini. Ikki færri enn seks spælarar, ið áður hava verið á besta og næstbesta liðnum, eru í summar fluttir aftur til felagið – Ólavur í Ólavstovu, Páll Mohr Joensen, Óli Arge, Pætur Jørgensen, Jóan Magnus Dalbø og Poul Thomas Dam, sum hevur verið í AB. Tveir fyrrverandi KÍ spælarar hava flutt sítt spæliloyvi aftur til Klaksvíkar - Jósup Henriksen og Kristian B. Andreasen.
B68, sum framvegis er á uppflytingarplássi, er á veg til Sands. Óli H. Olsen er komin aftur úr Víkingi, og Haraldur R. Højgaard er fluttur til NSÍ. Allan Tungá er komin aftur til B71, eftir at hava verið uttanlands.
FC Suðuroy er á veg til Leirvíkar. Suðuroyarliðið er á triðja plássi og harvið eru møguleikarnir framvegis góður at endurvinna plássið í fremstu deildini. B36, sum er á fjórða plássi, fær seinnapartin vitjan av TB, sum saman við EB/Streymi og B71 kappast um at sleppa undan niðurflytingarplássunum.
Leygardagin 3. august
KÍ-HB: Súni Fríði Barbá kl. 15.00
Víkingur-FC Suðuroy: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
EB/Streymur-Skála: Hallur Christiansen kl. 13.00
B36-TB: Rói Jacobsen kl. 15.00
B71-B68: Pætur Albinus kl. 15.30
Støðan undan 18 umfari
HB 39
B68 30
FC Suðuroy 29
B36 27
Skála 27
KÍ 23
Víkingur 22
TB 16
EB/Streymur 14
B71 14











