Favorittar við søguliga vánaligum avriki

LA Clippers vóru aftanfyri við 50 stigum í hálvleikssteðginum, og tað er met.

Nýggja kappingarárið í norðuramerikonsku kurvabóltsdeildini, NBA, byrjaði stutt undan jólum, og longu í triðja umfari í nátt fekk ein av favorittunum, LA Clippers, ein stóran hvøkk.

LA Clippers var gaman í uttan sína stóru stjørnu, Kawhi Leonard, men at teir skuldu tapa við heili 51 stigum, 124-73, ímóti Dallas Mavericks við ungu stjørnuni, Luka Doncic, á odda, kom púra óvæntað og hevur skapt ein sannan hvøkk í NBA.

Dallas Mavericks var á odda heili 77-27 í hálvleikssteðginum, og hetta er størsta hálvleiksleiðsla í nýggjari tíð, síðani skot-klokkan (24 sekund) varð tikin í nýtslu fyri 66 árum síðani.

Paul George, sum er onnur stóra stjørnan hjá LA Clippers, hevði ongar undanførslur eftir stórtapið.

- Eg taki alla ábyrgdina. Ein trupul dystur, og eg taki ábyrgdina. Hetta liðið fer at verða klárt aftur. Vit fingu eitt spark í afturpartin, tí vit vóru ikki tilreiðar, ikki fyrireikaðir og ikki hildu okkum til nakra ætlan, segði Paul George við ESPN eftir dystin.

Ein av stórspælarunum í NBA-søguni, Magic Johnson, hevði eisini ilt við at trúgva sínum egnu eygum.

- Eg skifti burtur frá fótbólti eina løtu, og eg helt eg sá yvir meg at Mavericks vóru á odda 77-27 í hálvleikssteðginum, skrivar Magic Johnson á Twitter.

LA Clippers, sum eru ímillum favorittarnar at vinna NBA í ár saman við LA Lakers, Brooklyn Nets og Milwaukee Bucks, høvdu annars fingið eina góða byrjan og vunnu tveir teir fyrstu dystirnar.

Onnur lið, sum hava lagt væl frá landi og hava vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar, eru LA Lakers, Cleveland Cavaliers, Indiana Pacers og Orlando Magic. Onnur lið spæla triðja dystin í annaðkvøld.