Favorittar fella sum flugur

Fleiri av teimum, sum vórðu mett sum favorittar at vinna tær báðar stóru tenniskappingarnar, sum eru í Kanada í hesum døgum, fella sum flugur.

 

Gjáranáttina reyk Rafael Nadal úr Roger Cup-kappingini í Montreal, og í nátt fekk Roger Federer somu lagnu, tá hann møtti fransmanninum Jo-Wilfried Tsonga. Fransmaðurin, sum eisini basti Federer í Wimbledon seinast, vann hesaferð 7-6, 4-6, 6-1 og er nú í fjórðingsfinaluni.

 

Serbin Novak Djokovic, sum er ovastur á heimslistanum, er framvegis við í kappingini í Montreal.

 

Kvinnurnar kappast í Toronto, og har er sama skilið. Fyrst reyk Caeoline Wozniacki út, og í nátt fekk russiska Maria Sharapova somu lagnu, tá hon mátti lúta fyri Galina Voskoboeva úr Kasakstan.

 

Tveir aðrir favorittar í Toronto, Vera Zvonareva og Petra Kvitova eru eisini farnar úr kappingini. Serena Williams hongur í enn.