Fótbóltur
Skuldi nakar verið í iva, so var tað ikki av tilvild, at Skála í fjør brádliga fór at blanda seg í oddastríðið í bestu mansdeildini. Tað fingu tvørámenn greitt at vita, tá teir annan páskadag vitjaðu á Skála, nú teir aftur gera eina roynd at lívbjarga sær í føroyska fótbóltsoddinum.
Mugu læra av mistøkunum
Og eftir dystin var liðskparin hjá TB ? og føroyska fótbóltslandsliðnum ? Óli Johannesen, eisini passaliga erligur til at viðganga, at teir høvdu møtt einum nógv betri liði.
- Tað var einki serligt at fáa eina slíka byrjan, fyri at siga tað, akkurát sum tað er. Vit fáa ringastu hugsandi byrjanina, tá teir skora alt fyri eitt, og áðrenn vit hava mannað okkum uppaftur, er støðan longu 2-0.
- At tað so eisini júst var á Skála, har vit tvær tær seinastu ferðirnar hava fingið av at vita, mundi eisini seta nakrar tankar ígongd hjá fleiri av leikarunum, sigur Óli.
Til seinna hálvleik hevði TB tó fingið skipað seg nakað betri, og teimum eydnaðist eisini at minka um munin, men nærri enn tí sama komu teir so ongantíð.
- Vit royna kanska at flyta fólkið ov langt niðan, og so eru teir kvikir at revsa. Teir spæla óluksáliga góðan og skjótan fótbólt, og vit megnaðu als ikki at fylgja leikferðini, tá teir settu ferð á, so hatta var fult uppiborið. Kanska kundu vit fingið eitt sindur penari úrslit enn 5-1, men vit vóru so ikki nær námind nøkrum stigum, er turrisliga staðfestingin.
Men hóast avhølvingina, so vissar Óli um, at teir í TB á ongan hátt hava mist vónina, um at tað skal bera til at lyfta seg av botnsessinum.
- Nei, so langt ífrá. Enn eru jú 26 dystir eftir at spæla, og eg ivist ikki í, at vit koma aftur. Ikki minst rokni eg við, at nýggju leikararnir koma at lyfta liðið, og tá vit so eisini hava vant okkum við leikferðina, fer ivaleyst at síggja betri út.
- Og hóast alt, so kunnu vit ugga okkum við, at málini hjá teimum í flestu førum koma eftir mistøk. Tað eru lutir, sum vit so kunnu arbeiða við, so vit á tann hátt kunnu syrgja fyri, at tað í øllum førum ikki verður líka lætt at skora móti okkum í framtíðini, eru boðini av Tvøroyri.
Sterkur hópur
Er lagið ikki í topp á Tvøroyri, so er skilið sum vera man øðrvísi á Skála eftir stórsigurin, sum altso sendi Skála í topp á stigatalvuni.
- Sum so høvdu vit eisini verið nøgdir, um dysturin endaði 1-0, men sum gongdin bleiv, so gjørdist tað heilt gott. Og eg haldi saktans, at vit kundu fingið okkurt málið afturat, staðfestir liðskiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen.
Og hetta úrslitið vísir kanska eisini, at bronsukrónurnar í fjør á ongan hátt vóru úrslit av tilvild?
- Eg haldi sjálvur, at ein og hvør, sum sá okkum spæla í fjør, dugdi at síggja, at tað var ikki av tilvild. Vit hava eitt lið, sum megnar at spæla góðan fótbólt, og tað var tað, sum gav okkum heiðursmerkini. Men um tað verður eins gott í ár, kann eg so ikki siga í løtuni.
Seinnu helvt av kappingini í fjør tóktist tað, sum misti Skála luftina. Vandin fyri hesum er sjálvandi altíð til staðar, men sjálvur heldur Pauli, at teir í ár hava ein breiðari hóp.
- Pætur Dam Jacobsen og Bjarni Jørgensen spældu báðir 90 minuttir, og teir gjørdu tað heilt gott. Móti endanum fingu tríggir av okkara egnu ungu leikarum eisini nakrar minuttir, sum teir eisini komu væl frá. Og so hava vit eisini tríggjar útlendingar, sum enn ikki hava fingið spæliloyvi. So alt í alt haldi eg, at tað sær gott út við fólki, staðfestir Pauli G. Hansen at enda, áðrenn eyguni verða vend móti næstu uppgávuni.
Hon er á Mølini móti EB/Streymi, sum ofta hevur havt gott tak á Skála. Men júst á Mølini megnaði Skála í fjør at tryggja sær bronsuna, so talan er hóast alt eisini um góð minni.










