Richard Danielsen
Nú hoyrir man aftur og aftur, trúttað niður í okkum, serliga av nøkrum kvinnum, at kvinnan má sjálv ráða yvir sínum likami. Vit mugu nokk øll ásanna, um vit nú trúgva á Bíbliuna ella ikki, at lívið er undurfult, óskiljandi, tað er nakað høgt, langt yvir okkum, ófatuligt. Hvussu verða beinini til í móðurlívi, hvar kemur lívið frá. Hví eru vit her, hvat er endamálið við okkum. Heimspekingar hava kanska roynt at granska hetta, men hetta er ikki til at finna út av, vónleyst vit klára tað ikki. Her standa vit á nullinum, um man so má siga.
Og so verður tað gjørt so lætt av nøkrum, at um tey sosialu viðurskiftini ikki eru til vildar, ja kanska bara tað at hetta kann forða einari útbúgving, so skal kvinnan steðga hesum undurverki í likami sínum.
Vit, sum trúgva á Gud, sum hann hevur opinberað seg í skriftunum, vilja rópa í móti hesum. Hetta fær meiri og meiri vald á fólki okkara. Eg vil tí vera við í tí skaranum, sum rópar varskó ímóti hesum.
Um tú ikki ert ein persónligur trúgvandi, frelstur ella kanska heldur ikki tekur Bíbliuna í álvara, hav tó virðing fyri tí, sum tú einki skilir av!
»At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur.
Sum fostur sóu eygu tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. Sálmur 139 versini 6 og 16«.