Tað tekur ein hálvan tíma at koyra til flogvøllin frá Bremnes, har Jørgin býr, kortini sá hann sjálvur hvørki royk ella eld har frá, sum hann býr.
Á síðuni, vit búgva á, sóu vit onki, men á hinari síðuni, sum er ímóti flogvøllinum sóu tey nógvan royk og eld, greiðir Jørgin Gunnarsson frá, og sigur hann eisini, at nógvar av myndunum, sum eru at síggja á norskum heimasíðum frá vanlukkuni, eru tiknar av tí síðuni á oynni.
Tá Jørgin Gunnarsson hoyrdi tíðindini í morgun grunaði hann beinanvegin ilt.
Tá eg sá tað í sjónvarpinum, hugsaði eg beinanvegin um Atlantsflog. Henda rutan teir hava flogið her, hevur verið so hent og hevur hon givið samfelagnum her nógvar møguleikar, sigur Jørgin Gunnarsson úr telefonini úr Noreg