Danski rockbólkurin FATE hátíðarheldur í ár sítt 30 ára jubileum. Hetta verður gjørt við framførslum í Danmark og aðrastaðni.
FATE vóru nógv frammi í 80’unum, men høvdu so steðg í fleiri ár, áðrenn teir gjørdu comeback í 2004.
Síðani 2009 hevur Dagfinn Joensen úr Funningsfirði verið sangari í bólkinum, og hann verður eisini oddamaður, nú FATE fer at hava fleiri jubileumskonsertir í ár.
Fyrsta konsertin verður á spælistaðnum High Voltage í Keypmannahavn í kvøld.