Allir pengarnir, ið Fatboy Slim forvann fyri at spæla á G! Festival, skulu brúkast til at fáa vælgerandi endamál - harímillum náttúruvarðveiting á sjónum.
Blue Planet legði gjár út á Facebook, at peningurin skal nýtast til náttúruvarðveitslu og mentan.
Blue Planet Society, ið er umhvørvisfelagsskapurin, ið fekk Lewis Capaldi at sleppa konsertini í Føroyum, sigur, at Norman Cook, ið er rætta navnið hjá Fatboy Slim, hevur verið í beinleiðis sambandi við felagsskapin, og at hann hevði hesa viðmerkingina:
- Øll lønin fyri framførsluna fer til umhvørvisfelagskapir. Hon skal brúkast til at undirvísa oyggjabúgvarnar og vera eitt ískoyti til list og mentan í einari roynd at fáa tey at gevast við grindadrápi og at gagnnýta ferðavinnu sum part av búskapinum.
- Eg leggi nógv í hetta, og eg havi rannsakað mína samvitsku leingi. Tað, at eg spæli her, stuðlar ikki grindadrápi á nakran hátt, eins og at vera ferðafólk her ger tað heldur ikki.
Tað hevur ikki eydnast at fáa hetta váttað frá umboðunum hjá Fatboy Slim.
Rætting: Bæði grein og yvirskrift segði áður, at lønin fór til at steðga grindadrápi. Hetta er tó ikki rætt, og lønin fer ístaðin til lista- og mentanarfremjandi tiltøk, ið ikki eru beinleiðis rættað móti grindadrápi.










