- Tað, sum vit gera, er at gera eina samhaldsfasta skipan fyri allar pensjónistar.
Tað sigur Aksel V Johannesen løgmaður.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at umsskipað fólkapensjónina. Í hesum sambandi fer grundupphæddin hjá hvørjum pensjónisti at lækka 580 krónur um mánaðin, men afturfyri skal viðbótin hækkast nakað.
Men tann stóra umskipanin er, at pensjónistar skulu fáa 800 krónir meiri í Samhaldsfasta. Orsøkin til tað er, at útreiðslurnar til fólkapensjónir veksur so nógv, at landskassin hevur ikki ráð til tað.
Síðani tá hava atfinningarnar heglað niður yvir samgonguna, ikki minst frá andstøðuni.
Andstøðan sigur, at tað er óskiljandi, at samgongan, við Javnaðarflokkinum á odda, ætlar at slakta eina heilaga kúgv, sum grundupphæddin í fólkapensjónini er, tí heilt síðani hon varð sett á stovn, hevur ongin samgonga torað at hugsað tankan um at skerja hana.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er púra sannførdur um, at nettupp tað, samgongan ger, er at tryggja pensjónistum eina góða pensjón.
- Serfrøðingar eru samdir um, at tann penjónsskipan, vit nú hava, er ikki haldfør og tað eru politisku flokkarnir eisini samdir um, tí vilja allir flokkar broyta hana.
Hann vísir á, at grundupphæddin í fólkapensjónin hevur staðið í stað síðani 1999. Tað merkir samstundis, at grundupphæddin er minkað nógv í virðið hesi árini, so hvørt prísirnir hækkað, samstundis sum hon stendur í stað.
- Viðbótin er heldur ikki hækkað so hvørt prísirnir eru hækkaðir, og tá ið hon hækkað, hevur tað verið rættiliga tilvidlarligt.
- Sostatt er fólkapensjónin brúkt sum eitt sparitiltak á fíggjarlógini fyri at fáa javnvág í, og tað er alt annað enn trygt fyri pensjónistarnar. Og í veruleikanum merkir tað, at pensjónistar eru alsant vorðnir fátækari og fátækari fyri hvørt ár, sigur løgmaður.
- Men Samhaldsfasti byggir á akkurát somu aðalreglu sum grundupphæddin í pensjónunum, tí øll rinda í grunnin, alt eftir hvussu høga inntøku tey hava, men øll fáa tað sama goldið í pensjón, sama, hvussu góða inntøku, tey hava.
- Skulu vit tosa um samhaldsfesti, og at øll skulu rinda eftir evnum, er veruleikin, at øll rinda ikki til fólkapensjónina. Tey, sum arbeiða uttanlands, og ikki rinda skatt í Føroyum, rinda ikki til fólkapensjónina, men tey rinda til Samhaldsfasta.
Samstundis hækkar Samhaldsfasti, so hvørt, prísirnir hækka. Bara í ár er hann hækkaðu 100 krónur um mánaðin, men grundupphæddin í fólkapensjónin stendur í stað.
Les eisini: Vælbjargað skulu ikki longur fáa fólkapensjón, har tinglimir, úr flokkum, sum nú sita í andstøðu, siga sína hugsan um fólkapensjónina
Og verður gongdin tann sama, verður gjaldið úr Samhaldsfasta til hvønn pensjónist, 1000 krónur meiri um mánaðin í pensjón um 10 ár, enn tað er í dag – men grundupphæddin í fólkapensjónini fer framvegis at standa í stað.
Hvat er so betri fyri fólkapensjónistar, spyr Aksel V. Johannesen.
Les eisini: Tey ríku skuli eisini hava fólkapensjón
Hann staðfestir, at teir flokkar, sum nú mótmæla harðliga at grundupphæddin verður lækkað, arbeiddu sjálvir við at lækka hana, ella at avtaka hana heilt.
- Teir flokkar, sum nú sita í andstøðu, ætlaðu, at hvør skuldi rinda til sína egnu pensjón, og at almenna fólkapensjónin bara skuldi vera til tey, sum onga samansparing høvdu sjálvi.
Les eisini: Vælbjargað skulu ikki eisini hava fólkapensjón
- Tá eru vit farin aftur til tað, sum var galdandi, áðrenn fólkapensjónin kom í gildi, har vit høvdu eina olmussuveiting til tey allar veikastu, sigur Aksel V. Johannesen.