Fátækadømi: - Lívið var hart

21 ára gamla Elisabeth Thomsen er flutt til Danmarkar, og kemur neyvan aftur á klettarnar. Hví? Tí áhaldandi stríðið um at fáa endarnar at røkka saman, gjørdist ov strævið.

21 ára gamla Elisabeth Thomsen er flutt til Danmarkar, og kemur neyvan aftur á klettarnar. Hví? Tí áhaldandi stríðið um at fáa endarnar at røkka saman, gjørdist ov strævið. 

 

Vikuskiftis Sosialurin hesaferð varpar ljós á fátækadømi í Føroyum.  Eitt nú kanst tú lesa um barna og ungdómsárini hjá Elisabeth og mammu hennara. Tú kanst eisini lesa samrøðu við Leif Erik Niclasen, sum tey kalla jólamannin. Seinastu mongu árini hevur hann latið mat til fíggjarliga sperdar familjur, og hevur sostatt eitt serligt innlit í hesa skuggasíðu í samfelagnum. 

 

Í blaðnum í dag hava vit eisini eina analysu frá búskaparfrøðingi. Hann hevur nærlisið fíggjarlógina, og er komin fram til, at ikki øll láglønt fáa skattalætta. 

 

Vikuskiftis Sosialurin kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.