Fátæk børn fáa onga hjálp kortini

Eitt mál, sum fall burtur, tá løgmaður skrivaði út val ólavsøkudag, var uppskotið hjá almannaráðnum til at hjálpa børnum í fátækraváða.

Eitt mál, sum fall burtur, tá løgmaður skrivaði út val ólavsøkudag, var uppskotið hjá almannaráðnum til at hjálpa børnum í fátækraváða.

 

Tað var eftir tiltakið »Meðan vit bíða« hjá Miðlahúsinum í aprílmánaði, at uppskot varð lagt fram á ting um at veita hjálp til tey 1.500 føroysku børnini, sum liva í fátækraváða. Tað var eftir sending í sjónvarpinum fyrst í apríl, »Við hjálp frá góðum fólki«, at Miðlahúsið tók stig til tiltakið fyri at savna pening til til »Í menniskjum góður tokki«, so tey kundu hjálpa bráðfeingis.

 

Men løgtingið vildi ikki samtykkja uppskotið frá andstøðuni um eitt serligt barnaískoyti til tey børn í Føroyum, sum eru allar ringast fyri. Sambært uppskotinum var ætlanin at hjálpa teimum fyribils, til ein varandi skipan skuldi gerast.

 

Hóast tað, so segði løgmaður beint fyri at løgtingið fór í summarfrí tíðliga í mai, at tingið skuldi taka saman hendur um at hjálpa teimum, sum eru fátæk í Føroyum, upp um fátækamarkið.

 

Annika Olsen hevur arbeitt við einum nýggjum uppskoti, sum gongur út upp á tað sama, sum skuldi leggjast fram nú á ólavsøku. Men av tí at løgmaður skrivaði út val, so fall tað málið burtur – ella rættari, tað verður ikki lagt fram. Soleiðis fáa tey fátøku børnini onga eyka hjálp frá løgtinginum hesu megin løgtingsvalið.

 

Roknast má nú við, at nakrir mánaðir nú ganga, áðrenn nøkur hjálp verður at heinta.