Mánakvøldi_ fóru teir í Havnar Ró_rarfelag undir fyrireikingarnar at leggja fasta startin út. At fasti Ólavsøku starturin ver_ur lagdur á Argjahøvda er naka_, sum kappró_rarmanningarnar bí_a eftir. Tá i_ hann er lagdur, ber ta_ rættuliga til at venja startspurtin undir júst teimum umstø_unum, sum ta_ um eina viku fer at ver_a kappast undir. Hetta er naka_, sum manningarnar ganga høgt uppí.
Longu í vikuskiftinum vóru fremmandir kappró_rarbátar at síggja á Havnarvág, og ivaleyst vera teir fleiri nú undan vikuskiftinum, tá i_ sí_sta hondin ver_ur løgd á fyrireikingarnar til ta sí_stu av teimum sjey FM kappingunum. Tá i_ ein rúgva av kappró_rarbátum eru at síggja framvi_ Molanum og undir Argjahøvda, kennist rættuligur ólavsøkudámur í høvu_ssta_num.
He_in Hansen, forma_ur í Havnar Ró_rarfelag, sigur, at ta_ er sami starturin, sum teir n_ta á hvørjum ári. Trey_ugt so er ney_ugt at hampa um okkurt og broyta okkurt anna_, men talan er í tí stóra og heila um sama startin, sum hevur veri_ n_ttur sí_ani í 1979. Ta_ vil vi_ ø_rum or_um siga, at hetta er 25. ári_, at fastur startur ver_ur brúktur á Ólavsøku. Talan er um serstakan start, sum Havnar Ró_rarfelag eigur. Talan er sostatt ikki sum tann fasta startin, sum Ró_rarsamband Føroya eigur, og sum hevur veri_ n_ttur tey seinastu árini.
Mál og teinar
Ta_ hevur ikki veri_ tí, at teir ikki hava veri_ nøgdir vi_ ta_, sum var frammanundan. Kappró_rarmálini og ró_rarteinarnir á Ólavsøku hava ofta veri_ broyttir. Orsøkirnar hava veri_ menningin, sum hevur veri_ ni_ri vi_ sjógvin í høv_ussta_num.
Tey fyrstu árini ró_u teir frá Argja landinum og inn á Eystaru vág. Startmáli_ plagdi at vera úti á Gulanum.
Niels Juel Arge, sáli, sigur í 50 ára minningarritinum hjá Havnar Ró_rarfelag, at í 1918 starta_u teir vestanfyri Skansabo_arnar. Hetta heldur hann vera, tí konufólk eisini ró_u.
Í 1920unum kom Molin so miki_ langt út, at teir hálsa_u um, og so var_ rógvi_ inn á Vestaru vág. Máli_ plagdi at vera undir smi_juni hjá Wenzeli Petersen.
Sí_sti ólavsøkukappró_urin inn á Vestaru vág var í 1970. Tá høvdu teir sett so nógv upp í Molan eystanfyri og eisini upp í á Gulakletti, at ta_ var ov trongt til kappró_ur.
Í 1971, 1972 og í 1973 var ólavsøkukappró_urin uttanfyri eystara Molan. Ta_ var_ kappast á øllum trimum teinunum, men hetta var ikki mett at vera nøkur serliga gó_ loysn. Í 1974 var_ gjørt av, at ró_rarteinurin skuldi vera frá Argjahøvda og innanfyri Molan. Sí_ani tá hava allar bátastøddirnar kappast á 1000-metrum ella knapt ta_. Sum vit so ofta á_ur hava nevnt ta_ undan Ólavsøkuni, so er ró_rarteinurin frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagi_ 901,35 metrar. Hetta hava vit á_ur fingi_ at vita frá Matrikulstovuni, sum hevur ábyrgdina av at máta kappró_rarøkini.
Ólavsøkuró_urin var fyrsta kappingin, har ta_ var ney_ugt hjá øllum bátunum at kappast á styttsta teininum. Sí_ani er hetta eisini broytt í t.d. Vestmanna, Mi_vági, og í Vági, og alla sta_ni hevur orsøkin veri_ tann, at havnaløgini hava veri_ longd og útbygt.
Fasti starturin
Á Ólavsøku hava teir, sum sagt, havt fastan start sí_ani í 1979. At teir hava havt fastan start, og at ró_rarteinurin hevur veri_ stuttur, hevur bori_ vi_ sær, at samla_a ró_rartí_in hevur veri_ stutt. Onkuntí_ hevur mjørkin arga_, men sum oftast hevur ta_ bori_ til at avgreitt allar ró_rarnar eftir minni enn tveimum tímum og onkuntí_ styttri enn ta_.
Sambært kappró_rarbókini hjá Niels Juel Arge vóru ta_ Petur A. Nielsen og Eigil Hansen, sum í 1979 gjørdu fasta startin. Hann hevur sí_ani tá veri_ n_ttur á hvørjari Ólavsøku. Í hesi vikuni hava ungir menn, sum kanska ikki vóru føddir ella kanska vóru smádreingir, tá i_ fasti starturin fyrstu fer_ var_ lagdur úr fyri 25 árum sí_ani, veri_ í holtur vi_ at fyrireika og leggja startin út. So er eftir at venja startin. Ta_ er ta_, sum kappró_rarbátar úr høvu_ssta_num og eisini a_ra sta_ni frá fara at gera næstu dagarnar. Ta_ ber rættuliga bo_ um, at Ólavsøkan ikki er langt burtur.