Fastur mín í Íslandi ella mostur mín í Vejle!

Sum forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu fái eg mangan slíkar samrøður, og so skjótt sum tey byrja við líknandi setningi, veit eg 'hvar tey eru og hvat tey vilja inn á’.

Jú, bústaðarviðurskifti fyri eldri.

“Eina lítla eldravinarliga íbúð, við røktartænastu frá ellisheimi. Tey eldru kunnu velja millum at gera matin sjálvi, fáa hann bornan til dyrnar ella fara í eina kantinu, at fáa sær at eta.”

--

Sjálvandi skulu vit hava somu góðu tilboð, sum eldru hava aðrastaðir.

At tað eisini hevur jaliga búskaparliga avleiðing hjá kommununi, sum heild, er ein onnur søga, og reisir spurningin um, hví vit ikki eru farin inn á hetta sporið fyri langari tíð síðani.

Vit hava samtykt ellisheim, við tilhoyrandi røktarbústøðum, bæði í Havn og í Kollafirði, at byrja tá skúlabyggjaríini eru liðug.

Nú eru vit har!

Spennandi verður ...

Bergun Kass, býráðslimur og valevni fyri Framsókn.